Bráðfeingis tørvur á bráðfeingishjálp

Sinnisbati vil fyrst og fremst takka Frihedsbrevet og KVF fyri at varpa ljós á sjálvmorð. Sendingin ‘Nert ikki við’ hjá KVF og poddurin ‘Eitt ættarlið í pínu’ hjá Frihedsbrevet hava seinasta mánaðin varpað ljós á evnið. Hetta er eitt sera eymt og tungt evni at tosa um, men tað ger ikki evnið minni umráðandi.

 

Í báðum sendingunum kemur fram, at tað er tørvur á at tosa meir um evnið og at neyðugt er við hjálp og tilboðum til tey, ið eru sjálvmorðshótt. Eisini kemur fram, at tørvur er á meiri hjálp og tilboðum til avvarðandi. Hetta er ein støða, sum eingin eigur at standa einsamallur í - hvørki tann rakti ella tey avvarðandi hjá tí sjálvmorshótta.

 

Hyggja vit eftir hagtølunum, er talið av sjálvmorðum minkað nógv seinastu 20 árini. Hetta er gleðiligt. Tó kemur fram í sendingini hjá Frihedsbrevet, at løgreglan verður uppringd áleið tríggjar ferðir um mánaðin um støður, har fólk eru sjálvmorðshótt ella óttast fyri, at ein tey kenna er sjálvmorðshóttur. Talan er í flestu førum um ung fólk.

 

Hetta kemur ikki óvart á okkum í Sinnisbata, tí vit síggja hetta eisini í okkara kjatt-ráðgeving. Sinnisbati hevur síðani 2019 havt eina kjatt-ráðgeving við sjálvbodnum fakfólki, sum hevur havt opið 2 tímar hvørt kvøld. Flestu samrøðurnar snúgva seg um dapurleika, gleðisloysi og tungir tankar, meðan triðstørsta evnið er sjálvmorð, sjálvmorðsroynd og/ella sjálvmorðstankar. Í 2021 snúðu 19% av samrøðunum seg um sjálvmorð, sjálvmorðsroyndir og/ella sjálvmorðstankar, og í 2022 er talið økt til 27%. Tað eru flest ung undir 29 ár, ið brúka okkara ráðgeving.

 

Trupult at vita, hvar man skal venda sær

 

Um tú ella ein, sum tú ert góður við er sálvmorðshóttur, ber til at fáa hjálp frá eitt nú kommunulækna ella vaktlæknanum á 1870. Eisini ber til at ringja til løgregluna, leita sær sálarfrøðiliga hjálp ella royna kjatt-ráðgevingina hjá Sinnisbata ella Tú & Eg-ráðgevingina hjá Barnabata á 116 111.

 

Tó er enn einki tilboð, ið er tøkt alt samdøgrið, har fólk, sum hava bráðfeingis tørv á sálarligari hjálp, kunnu venda sær. Í sendingini hjá Frihedsbrevet greiðir Heri Andreasen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni, frá, at tað hevði verið betri, um atgongd var til sálarfrøðiliga professionella hjálp, sum kundi svara eini telefon alt samdøgnið.

 

Tað er umráðandi, at tey, sum eru sjálvmorðshótt, hava eitt nummar at ringja á, har tey vita, at tey kunnu fáa hjálpina teimum tørvar. Hetta eigur at vera væl upplýst og ómakaleyst. Fólk, ið stríðast sálarliga, hava ofta tørv á onkrum at tosa við og at fáa hjálp - eisini tá kommunulæknin ikki er tøkur.

 

Í Danmark hava tey m.a Livslinien, sum man kann venda sær til, um man er sjálvmorðshóttur. Við eini slíkari linju, kunnu fleiri sjálvmorðsroyndir fyribyrgjast.

 

Ein skøvað pláta

 

Sinnisbati hevur varpað ljós á hendan tørvin aftur og aftur í áravís. Vit blivu tí ómetaliga glað, tá ið hetta loksins kom við í samgonguskjalið beint fyri jól í 2022.

 

Í samgonguskjalinum stendur: “Sálarligar og kropsligar sjúkur verða javnsettar. Økispsykiatriin verður styrkt og víðkað, og læknavaktin skal styrkjast til at kunna taka sær av fólki, ið brádliga gerast álvarsliga illa fyri sálarliga”.

 

Hendan tilbúgvingin átti fyri langari tíð síðani at verið sett í verk, og vit heita tí á almennu myndugleikarnar um at seta eina bráðfeingis tilbúgving á stovn alt fyri eitt. Við í hesi tilbúgvingini kann eitt tilboð um eina bráðfeingislinju verða knýtt uppí.

 

Hesar støður kunnu taka seg upp óvæntað, og tá er tørvur á bráðfeingishjálp. Tá er ikki tíð til at bíða, til kommunulæknin hevur opið aftur og møguliga verða vístur til Psykiatriska depilin ella bíða eftir tíð hjá sálarfrøðingi.

 

Fyribyrging er lykilin

 

Best hevði sjálvandi verið at fyribyrgt at fólk gerast so illa fyri, at tey gerast sjálvmorðshótt. Tí eiga vit eisini at seta munandi meira inn við fyribyrging, enn vit gera í løtuni. Á henda hátt ber eisini til at fyribyrgja fleiri tungir tankar, psykiatriska viðgerð og innleggingar.

 

Sinnisbati meinar, at Headspace er eitt gott boð uppá eitt fyribyrgjandi tilboð. Royndirnar við Headspace í Danmark, Noregi og Íslandi eru ómetaliga góðar. Headspace er eitt stað, har ung kunnu koma inn og fáa ókeypis ráðgeving, og har grundsjónarmiðið er, at eingir trupulleikar eru ov stórir ella ov smáir. Tað er eitt tilboð har fleiri myndugleikar, kommunur, land og stovnar samstarva um fígging – og um at hjálpa teimum ungu í felag.

 

Nevndin í Sinnisbata