Brandur skoraði tvey mál og legði upp til eitt mál

Fredrikstad vann seg víðari í norsku steypakappingini við stórsigri

Brandur Hendriksson var í essinum tá hann og liðfelagarnir í Fredrikstad vunnu seg víðari til triðja umfarið í norsku steypakappingini. 

 

Fredrikstad vann á útivølli stórsigur 5-2 á EIK Tønsberg, ið spælir í triðbestu deildini.

 

Brandur legði Fredrikstad á odda 1-0 tá 19 minuttir vóru leiktir. Lítla løtu seinni javnaði Tønsberg til 1-1. Patrick Metcalfe legði Fredrikstad á odda 2-1 stutt undan steðginum. Tønsberg megnaði aftur at javna tá 52 minuttir vóru leiktir, men seks minuttir seinni legði Brandur Fredrikstad á odda 3-2. Íslendski, Julius Magnusson økti til 4-2 í 78. minutti, og tá seks minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini legði Brandur upp til Jeppe Kjær, ið staðfesti sigurin hjá Fredrikstad.

 

Brandur var skiftur út stutt undan dystarloki. Jóannes Bjartalíð er enn ikki klárur at tørna út fyri Fredrikstad. 

 

Í triðja umfarinum fær Fredrikstad vitjan av Rosenborg á heimavølli. Dysturin verður leiktur mikudagin 1. mai klokkan 18.

 

Lokala blaðið, Fredrikstad Blad fegnast um, at Brandur hevur tryggjað Fredrikstad FK ein stóran dyst í triðja umfarinum:

 

##med2##

 

Komandi sunnudag hevur Fredrikstad heimadyst móti Sandefjord í bestu norsku fótbóltsdeildini.