Breið semja um ferðavinnuuppskotið

Samgonguflokkarnir, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, og Sambandsflokkurin eru samd um, hvussu karmarnir fyri ferðavinnuna skulu skipast frameftir.

Í semju og samstarvi við landsstýrismannin hava vinnunevndarumboðini hjá flokkunum lagt upp til nakrar broytingar í uppskotinum, sum landsstýrismaðurin bar í Løgtingið í vár, men høvuðstættirnir í uppskotinum eru, at

 

  • Føroyingar hava frítt at fara í føroysku náttúruni undir ábyrgd
  • Burðardygdargjaldið verður kravt inn sum gjald á gistinætur, og ikki við innkomu sum upprunaliga ætlað
  • Inntøkurnar frá burðardygdargjaldinum verða settar í grunn, sum søkjast kann úr fyri at menna ferðavinnuna kring landið
  • Gjaldsportur verða forboðin, men bøndur fáa heimild at taka gjald fyri tænastur

 

Útgangsstøðið í uppskotinum er framvegis, at kommunur, bøndur og heimafólk hava ein avgerandi leiklut at skipa ferðavinnuna í sínum lokaløki við ferðavinnuætlanum, og ein ferðavinnuapp skal eisini mennast, sum verður við til at skipa gongd í haga.

 

Flokkarnir ásanna við semjuni, at tað er neyðugt við greiðum ferðavinnukørmum, sum taka atlit at náttúruvernd, landbúnað, mentanararvi og skapandi vinnum, sum kann skapa vinnumøguleikar í bæði bygd og bý.

 

Onnur viðgerð av uppskotinum verður í løgtinginum fríggjadagin.