Bretland og Ukraina gera 100 ára langa avtalu

Bretland hevur áður lovað Ukraina tríggjar milliardir pund á hvørjum ári - "so leingi, sum landið hevur brúk fyri tí"

Forsætisráðharrin í Stórabretlandi, Keir Stamer, er í dag í Kyiv, har hann skal hitta ukrainska forsetan, Volodomyr Zelenskyj.

 

Tað veit tíðndastovan, Reuters, at siga í morgun.

 

Í ukrainska høvuðsstaðnum skulu teir báðir undirskriva eina avtalu, sum sambært ætlanini skal galda í 100 ár.

 

Tað upplýsir skrivstovan hjá bretska forsætisráðharranum.

 

Avtalan byggir á búskaparligan og hernaðarligan stuðul til Ukraina, og hon fevnir eisini um størri samstarv um maritima trygd og dronutøkni.

 

- Avtalan snýr seg ikki bara um "her og nú", sum bretski forsætisráðharrin tekur til, men er ein íløga hjá báðum londunum fyri tey næstu 100 árini.

 

##med2##

 

Soleiðis hevur bretski forsætisráðharrin, Keir Stamer, sagt við bretskar miðlar.

 

Lagt verður aftrat, at Stórabretland áður hevur lovað Ukraina tríggjar milliardir pund á hvørjum ári - "so leingi, sum landið hevur brúk fyri tí".

 

 

 

Keir Stamer er bretskur forsætisráðharri.