Burn: H71 vann 3. FM-finaluna aftaná longda leiktíð

H71 er nú á odda 2-1 í finaluuppgerðunum

Tað bleiv talan um enn eina spennandi FM-finalu í Burn Mansdeildini í kvøld, tá H71 og KÍF hittust í triðju FM-finaluni í Hoyvíkshøllini.

 

Tað eydnaðist H71 aftaná longda leiktíð at vinna dystin 39-36, og harvið leggja seg á odda 2-1 í finaluuppgerðunum. 

 

Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 31-31. Tórur Joensen minkaði um munin fyri KÍF til 30-31 tá 53 sekund vóru eftir, og í teimum seinastu sekundunum javnaði Tóki Friðriksson til 31-31.

 

Tony H. Weyhe hjá KÍF fekk tað reyða kortið tá sjey minuttir vóru eftir av dystinum. 

 

Í vanligu leiktíðini vóru hoyvíkingar á odda við bæði fýra málum og fimm málum, men tað eydnaðist KÍF at stríða seg innaftur í dystin.

 

Tá longda leiktíðin var komin í helvt stóð á jøvnum 33-33, men seinastu fimm minuttirnar var H71 omaná og vann dystin 39-36.

 

Fjórða FM-finalan verður leikt í høllini í Kollafirði komandi mikukvøld klokkan 20. Vinnur H71 tann dystin eru teir FM-vinnarar 2024. Vinnur KÍF verður neyðugt við FM-finalu nummar fimm, ið verður leikt í Hoyvíkshøllini.

 

HER er dómaraseðilin frá HSF frá 3. FM-finaluni:

 

##med2##