Burturspiltir pengar til grønan málara

Tingmaður vil hava vita, um tað er í samsvar við umhvørvispolitikkin hjá samgonguni, at SEV tekur burtur avslátturin til hitapumpur og elbilar

 

Erling Eidesgaard, tingmaður fyri Tjóðveldi, vil hava vita frá Inginlín D. Strøm, um tað er í lagi, at SEV tekur burtur aftur avslátturin fyri streym til elbilar og hitapumpur.

Hann hevur sett landsstýriskvinnuni ein grein 52a fyrispurning, har hann spyr soleiðis:

1. Er tað í samsvari við umhvørvispolitikkin hjá samgonguni, at avslátturin til hitapumpur og elbilar verður minkaður niður í eina helvt í 2028 og tikin av í 2030?

2. Hvat heldur landsstýriskvinnan um, at 3.000 húskir síðani 2018 hava gjørt stórar íløgur í grønar málarar, men skjótt standa við einari íløgu og einum málara, ið ikki longur tænir nøkrum endamáli?

3. Ætlar landsstýriskvinnan at skipa so fyri, at avsláttur av el til hitapumpur og elbilar heldur fram og verður lagdur í eina fasta legu?

Í viðmerking til fyrispurningin sigur løgtingsmaðurin, at fyri at fáa nýtsluna flutta frá olju og bensini til el, samtykti Løgtingið 17. desember 2018 eina lógarbroyting, ið gav landsstýrisfólkinum heimild at góðkenna, at SEV lækkaði elprísin upp í 40 oyru per kwt uttan meirvirðisgjald fyri elnýtslu til hitapumpur og elbilar.

– Í samsvari við lógarbroytingina lækkaði SEV prísin til hitapumpur og elbilar. Ein fortreyt fyri at fáa lægra prísin var tó, at setast skuldi upp ein serligur, sokallaður, grønur málari. Talan er um íløgu, sum liggur millum 10 og 20 túsund krónur fyri hvørt húski. 

– Á heimasíðuni hjá SEV stendur nú at lesa: “Skipanin við lægri prísi til hitapumpur og elbilar verður ætlandi broytt, soleiðis at avslátturin minkar niður í helvt í 2028, og verður tikin av í 2030.”

– Umleið 3.000 húski hava gjørt íløgu í tann grøna málaran. Hetta eru stórar íløgur fyri einstaka húsarhaldið, og samanlagt fyri samfelagið er talan um eina íløgu uppá ímillum 30 og 60 milliónir krónur, sigur hann.

– Avtøkan av lægra prísinum máar grundarlagið undan grøna málaranum, ið uttan avslátturin fer at hava sama prís, sum vanligi málarin, sum hann hongur við síðuna av, sigur Erling Eidesgaard.