Tórshavnar kommuna hevur samtykt at keypa nýggj talgild skelti til vegamóti Sjúrðargøta/Varðagøta.
Ein bussur rendi á skeltið, sum stóð á húsinum, har Leirlist húsast, og skeltið brotnaði. Hetta slagið av skeltum fæst ikki longur.
– Tá skeltini í síni tíð vórðu sett upp fyrst í 2017, var hetta slagið av mekaniskum snildskeltum einasti møguleiki. Skeltini eru stór og klombrut og hóska ikki so gott inn í umhvørvið, tí tey eru stór í vavi, verður skrivað í gerðabókini hjá Tórshavnar býráð, sum skriva víðari:
– Hesi mekanisku skelti eru viðbrekin, tá hugsað verður um okkara veðurlag, og vandi er eisini fyri, at stór akfør kunnu renna á tey. Ferðsluloysnin við snildskeltum hevur virkað serstakliga væl og eigur at virka, so leingi Varðagøta er skúlavegur.
– Í dag er møguligt at fáa talgild skelti, ið eru á stødd við vanlig ferðsluskelti, og hesi eru betur hóskandi at standa í hesum umhvørvinum og eru minni viðbrekin enn tey verandi.
At skifta øll skeltini út, tilfar og uppseting, kostar 200.000 kr. u/MVG.
Sambært gerðarbókini hevur løgreglan víst á, at nú forboðsskeltið er burtur, eru bilar farnir at koyra niðan eftir Varðagøtu í tíðarskeiðinum, tá vegurin er einvegis. Tí heitir løgreglan á kommununa um at fáa skeltingina í rætt lag sum skjótast.
Tryggingin hevur játtað at gjalda fyri skeltið, sum bussurin rendi á, á leið 55.000 krónur, og býráði hevur funnið hinar 165.000 krónurnarur, og mæla tekniski stjórin og býarverkfrøðingurin mæla til, at pengarnir verða játtaðir.
Bæði tekniska nevnd og fíggjarnevndin samtyktu tilmælini og á býráðsfundi hóskvøldið varð málið einmælt samtykt.