ChatGPT hevur valt heimsins besta hondbóltsleikara nakrantíð

ChatGPT hevur valt ein kroatiskan bóltsnilling sum tann besta hondbóltsleikaran nakrantíð

Ivano Balic er heimsins besti hondbóltsleikari nakrantíð, sambært ChatGPT

ChatGPT sum er tilgjørt vit og ein sonevndur Chatbottur hevur valt tann besta hondbóltsleikaran nakrantíð.

 

Sambært ChatGPT er tann nú 45 ára gamli kroatin, Ivano Balic besti hondbóltsleikarin nakrantíð.

 

Tað skrivar evropeiska hondbóltssambandið, EHF á facebooksíðu sínari. 

 

Í sínari tíð, í 2003 og í 2006 var Ivano Balic kosin at vera heimsins besti hondbóltsleikari.

 

Ivano Balic vann bæði OL-gull og HM-gull við kroatiska landsliðnum.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

Ivano Balic er heimsins besti hondbóltsleikari nakrantíð, sambært ChatGPT