Dan hevur takið á Víkingi

Valarijs Sabala var tvífaldur málskjútti, tá ið B36 vendi gongdini og fyri aðru ferð í ár vann ímóti Víkingi

Síðani Dan Brimsvík varð venjari hjá B36 hevur aftur og aftur verið víst á, at tað ikki er eydnast honum at vinna fulla úrtøku ímóti teimum stóru – KÍ, HB og Víkingi.

 

Í fyrsta umfari vann B36 3-0 á útivølli ímóti Víkingi. Í vikuni skrivaðu B36 og Dan Brimsvík undir nýggjan sáttmála, sum er galdandi fyri 2024 og 2025, og í dag fagnaðu B36 og venjarin samstarvinum við 2-1 heimasigri ímóti Víkingi.

 

Stóri maðurin hjá B36 í dag var álopsspælarin Valarijs Sabala, sum var tvífaldur málskjútti.

 

Sera eyðsýndi miðvallarin Géza Dávid Turi legði Víking á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Hann spældi eitt tvey og sneiddi seg leysan, áðrenn hann av brotsteigarmarkinum og mitt fyri smekkaði til. Bólturin tók í ein av heimamonnunum og fór í málið aftanfyri Mattias Lamhauge, sum av sonnum vísti landsliðsstøði í B36 málinum.

 

Víkingur hevði betri tak í spælinum fyrsta hálva tíman. So fótaði B36 sær, og í 33. minutti javnaði B36. Jann J. Benjaminsen legði við frísparki úr høgru bóltin til handara stólpa, har Michal Przybylski við høvdinum stýrdi bóltin yvir ímóti hinum stólpanum, og har vísti Valarijs Sabala tað máltevið, sum tað í B36 varð vónað, tá ið sáttmáli varð undirskrivaður við fyrrverandi letlendska landsliðsspælaran.

 

Í seinna hálvleiki vóru tað spentar støður í báðum brotsteigunum. Víkingarnir hava havt ilt við at skora mál, og soleiðis var tað eisini í dag. Sølvi Vatnhamar var ikki í uppløgdum støðum, og Poul Kallsberg og innskifti Martin Klein Joensen megnaðu tað heldur ikki.

 

Eitt korter undan leikloki var Valarijs Sabala aftur upp á spæl. Hannes Agnarsson sneidi seg leysan á  baklinjuni í høgru, og so rann Valarijs Sabala framum verjuni og setti bóltin í málið.

 

Valarijs Sabala hevur nú skorað fimm mál, og er toppskjútti saman við Bjarka C. Nielsen og Michal Przybylski.

 

B36 hevur 30 stig fyri 13 dystir, og Víkingur hevur 21 stig fyri 13 dystir.