Danir fara at lata neyðhálp úr Herkules-flogfari

Danski uttanríkisráðharrin sigur, at ein betri loysn hevði verið, at Ísrael læt meira upp fyri neyðhjálp til Gazageiran

Danmark fer at senda Herkules-flogfar til Gazageiran við neyðhjálp, sum skal sleppast niður úr flogfarinum.

 

- Men, hetta er ikki besta loysnir, ásannar danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen sambært www.tv2.dk

 

Uttanríkisráðharrin vísir á, at hetta á ein hátt er ein dropi í havinum, men tað er betur at kasta ein dropa í havið enn, at havið tornar upp.

 

- So, hetta hava vit gjørt av - við øllum teimum ivamálum, sum liggja í hesum, sigur uttanríkisráðharrin.

 

Lars Løkke Rasmussen sigur, at tað er Ísrael, sum gevur atgongd til loftrúmið, men hann kann ikki lova, at hetta fer at eydnast. 

 

Uttanríkisráðharrin sigur eisini, at ein betri loysn til neyðhjálp hevði verið, at Ísrael læt Gazageiran meira upp fyri hjálpini.