Dánjal Ragnarsson og Janus Dam Djurhuus eru bara ein sigur frá at gerast fyrstu føroysku leikararnir, ið gerast íslendskir meistarar í hondbólti.
Føroyingaliðið í Vestmannaoyggjunum, ÍBV vann í kvøld eisini aðru meistaraskapsfinaluna á Hauki á útivølli í Hafnarfirði.
ÍBV vann 29-26 á Hauki. Í steðginum var ÍBV á odda 13-11.
ÍBV er nú á odda 2-0 í uppgerðinum, har spælt verður best av fimm dystum. Vinnur ÍBV triðu finaluna á heimavølli á Heimey fríggjakvøldið verður ÍBV staðfestur íslendskur meistari.
Janus og Dánjal skutu eitt mál hvør í kvøld.
Myndir: Anna Dam
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##