Danmark: Løgreglan eftirlýsti mann við skeivari mynd

Løgreglan í Keypmannahavn hevur biðið um umbering fyri mistakið

Fyrrapartin eftirlýsti Københavns Vestegns Politi í Danmark ein mann í einum álvarsomum máli um kidnapping. Trupulleikin var bara, at myndin, sum varð send út saman við eftirlýsingini, var av skeivum manni.

 

Danska løgreglan hevur viðurkent mistakið og biðið um umbering.

 

Nú hevur løgreglan so sent rætta mynd av tí 28 ára gamla manninum, sum er eftirlýstur, út og hevur biðið miðlarnar taka skeivu myndina burtur.

 

Løgreglan vil ikki siga, hvussu tað bar til, at skeiv mynd var send út, men sagt verður, at løgreglan hava verið í sambandi við mannin, sum av órøttum var eftirlýstur.