Eitt av afturvendandi tiltøkunum á Dansibandsfestivalinum er Syngið við kvøld á Hamragarði, sum samstundis er startsskotið til Dansibandsfestivalin 2024.
Eins og undanfarin ár skipar Dansibandsfestivalurin eisini í ár fyri tiltakið á Hamragarði saman við Vágs kommunu.
Syngið við kvøld verður á Hamragarði 2. mai kl. 19.00 við luttøku av Hentzar, Terja og Erolf við harmonikum, guitara og bassi.
Kaffi/te og okkurt gott afturvið verður eisini bjóðað.
Ókeypis tiltak ætlað aldursbólkinum 65+ og verður skipað í samstarvi við eldraátøkini hjá Vágs kommunu.