Dart: Jan McIntosh vann bronsu í Swedish Open

Jan McIntosh stóð í dag fyri einum sonnum bragdi, tá hann vann bronsu í Swedish Open í dart

Fyri løtu síðani var hálvfinalan í Swedish Open í dart millum Jan McIntosh og Thomas Junghans úr Sveis.

Thomas Junghans vann hálvfinaluna tepurt 5-4.

Úrslitið merkir, at Jan McIntosh fær bronsu í stóru altjóða kappingini.

Sambært Kristiani Joensen, næstformanni í Dartsambandi Føroya er talan um eitt framúr gott altjóða úrslit, ið Jan McIntosh hevur tryggjað føroyskum dart í dag. 

Í fjórðingsfinaluni vann Jan McIntosh á nummar eitt í styrkismetingini, James Hurrell úr Onglandi. Jan vann 4-3 í fjórðingsfinaluni, ið var vorðið sum bragd.