Dart: Kvinnulandsliðið úttikið

Landsliðsvenjararnir Kristian Joensen og Heri Kallsoy hava úttikið kvinnulandsliðið

Føroyska kvinnulandsliðið í dart er úttikið til HM-kappingina, sum verður í Esbjerg seint í september í ár.

Tað eru landsliðsvenjararnir, Kristian Joensen og Heri Kallsoy, sum standa fyri úttøkuni og kvinnulandsliðnum. Dart hevur sum heild vunnið fram í Føroyum seinnu árini og tað sæst eisini aftur við altjóða luttøku hjá kvinnulandsliðnum.

Landsliðsvenjararnir, Kristian Joensen og Heri Kallsoy, hava úttikið hetta kvinnulandsliðið til kappingina:

Birthe Sikivat (ADF)

Beinta Joensen (KDF)

Nadja Tróndardóttir (ADF)

Joan Edvør Jacobsen (VDF)

HM-kappingin verður í Esbjerg frá 26 til 30 september.