Svar mítt, Miðfloksins vegna, til skilagóðan spurning frá einum veljara

Góði X- spurningar tínir snúgva seg um raðfesting, ella rættari sagt skeiva raðfesting. Evnini tú nevnir, skúlar, frítíðarvirksemi (dart) og brandstøðin eiga at raðfestast høgt, og tað kunnu tey eisini uttan trupulleikar, í einari kommunu, har peningur ikki trýtir.

 

Vit í Miðflokkinum ivast onga løtu í, at talan er um stórarbeiðið at gjøgnumganga, hvussu peningur borgarans hevur verið brúktur!

 

Tað benda harmaljóð tíni eisini á.

 

Nýggj eygu á Vaglið!!!!

 

Tí, sum fremstu slagorð okkara til valið eru orðað:

 

  • Virðing og kærleiki til einstaka menniskjað má setast framum asfalt, betong, skrivstovuveldi og egin áhugamál!
  • Veik, óhjálpin, heimleys, sjúk og fátøk mugu raðfestast og tryggjast, so ongin dettur niðurímillum.
  • Hjartað má setast fremst í samskiftinum við borgaran, kommunan er fyri ØLL og má rúma ØLLUM!
  • Ein hotline verður upprættað, sum tryggjar, at borgarin her og nú fær fatur á kommununi og verður hoyrdur- og vegleiddur í ivamálum.

 

##med2##

 

Miðfloksisn vegna,

 

Jenis av Rana, floksformaður og valevni til Býráðið