Hvar heldur tú jól?
- Jólini verða hildin eitt sindur blandað heima, heima hjá verforeldrum og heima hjá foreldrum, sigur Høgni Tausen.
Hvat eta tit á jólum?
- Vit eru rættliga siðbundin, tá tað kemur til jól. Á middegi jólaaftan eta vit ræstan fisk og garnatálg, fyltan saltaðan sperðil og kókað spik. Omaná er rísingreytur við mandlu í, og um kvøldið hava vit ræstan bógv í ovninum.
Høgni sigur, at jóladag eru tey øll heima hjá verforeldrunum – eini 24 fólk í tali, og her fáa tey dunnu við øllum tilhoyri.
- Um kvøldið eru hugnalig spøl og spurnarkapping á skránni.
Hann vísir á, at 2. jóladag er øll familjan – eini 32 fólk í tali – heima hjá foreldrunum hjá honum.
- Her eta vit ræst kjøt við sós og reyðkáli, og aftaná verður eisini rísingreytur við mandlu. Um kvøldið er ymiskur hugni við pakkaspæli og øðrum góðum.
Keypir tú jólagávur?
- Eg havi eina góða konu, sum dámar sera væl at keypa. Mær dámar sera illa at ganga í handlum, so her sleppi eg so deiliga lætt. Eg keypi eina gávu fast, og onkuntíð keypi eg okkurt til børnini eisini, men gávurnar – ja, tað eigur konan, sigur hann brosandi.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini hava stóran týdning fyri meg og familjuna. Hetta er ein deilig tíð við nógvum familjuhugna.
Hevur tú eitt jólaynski?
- Mítt jólaynski er, at øll hava eini gleðilig jól, sigur Høgni Tausen.
Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/soleidis-halda-tey-jol-a-skarvanesi
Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/ein-deiligur-fridur-a-jolum