Demokratarnir hava ein mánað at finna nýtt valevni

Tað skal helst gerast skjótt og uttan ósemjur, at demokratarnir finna avloysara hjá Biden, meta amerikanskir serfrøðingar.

Joe Biden var á netinum úr Delaware, tá hann varð valdur sum forsetavalevni hjá flokkinum á stevnuni hjá demokratiska flokkinum í 2020. Tað fór so at siga fram orsakað av coronafarsóttini. Í ár verður stevnan í Chicago 19.-22. august. Men Joe Biden hevur í dag boðað frá, at hann ikki er valevni longur, og tí hava demokratarnir ein mánað at semjast um eitt nýtt valevni. - Mynd: Brian Snyder/Ritzau Scanpix

Demokratarnir hava nú ein mánað at savnast um eitt nýtt forsetavalevni, eftir at sitandi forseti, Joe Biden, tók seg úr valstríðnum við eini fráboðan á sosiala pallinum X.

Flokkurin hevur stevnu í Chicago í døgunum 19. til 22. august, og her skulu umboðini finna nýggj valevni til ávikavist forseta- og næstforsetasessini.

Sjálvur peikar Biden á sína varaforseta, Kamala Harris, og gevur henni sín stuðul.

Tað er væntandi, sigur ábyrgdarblaðstjórin á netmiðlinum Kongressen.com og amerikanski serfrøðingurin, Anders Agner Pedersen.

- Tað setur Harris í eina sterka støðu. Tí avbjóðingin verður nú at savnast um eitt nýtt valevni, skjótt og uttan innanhýsis ósemjur.

- Um onnur bjóða seg fram sum valevni, so er tað tað sama sum at draga tilgongdina út, og demokratarnir hava ikki nógva tíð. Nakrir mánaðir eru til valið og enn minni tíð til stevnuna. So tey mugu finna út av, hvørjum tey koyra saman við, sigur hann.

Hvørjum Kamala Harris møguliga fer at stilla upp saman við sum varaforsetavalevni, er enn ógreitt.

Eitt gott uppskot vildi verið at leitað eftir einum politikara úr Miðvestri, sigur Anders Agner Pedersen.

Kanska frá tí sokallaða rustbeltinum, sum fevnir millum annað um Michigan, sum saman við Pennsylvania og Wisconsin telist sum ein av svingstatunum, har forsetavalið verður avgjørt.

- Ein kundi ímyndað sær Josh Shapiro (guvernørur í Pennsylvania, red.) ella J.B Pritzker (guvernørur í Illinois, red.). Men tað eru nøkur valevni, sum verða eri upp á spæl nú, metir ábyrgdarblaðstjórin.

Fyribils verður Joe Biden verandi forseti til valið 5. november, skrivar hann á X.

Hóast ein mánaður er til stevnuna, so noyðast demokratarnir kanska at skunda sær víðari. Tí tað kann vera ein skeringsdagur longu 7. august.

Sambært NBC News hevði flokkurin ætlanir um eina virtuella atkvøðugreiðslu fyri at stilla Biden upp sum forsetavalevni hjá flokkinum fyrstu vikuna í august.

Tað er óvist, um tað verður avlýst nú, skrivar BBC.

Formaðurin í demokratisku landsnevndini (DNC), Jaime Harrison, skrivar í fráboðan í kvøld okkara tíð, at tað verða nýtt at frætta um "næstu stigini og vegin fram til uppstillingartilgongdina".

Tað er ikki greitt nær, men tilgongdin verður "stýrd út frá samtyktum reglum og tilgongdum hjá flokkinum", skrivar Harrison.

 

/ritzau/

 

 

 

Joe Biden var á netinum úr Delaware, tá hann varð valdur sum forsetavalevni hjá flokkinum á stevnuni hjá demokratiska flokkinum í 2020. Tað fór so at siga fram orsakað av coronafarsóttini. Í ár verður stevnan í Chicago 19.-22. august. Men Joe Biden hevur í dag boðað frá, at hann ikki er valevni longur, og tí hava demokratarnir ein mánað at semjast um eitt nýtt valevni. - Mynd: Brian Snyder/Ritzau Scanpix