Í annaðkvøld klokkan 18 spælir KÍ fyrra dystin í øðrum undanumfarinum í Champions League móti svenska meistaraliðnum, Malmö FF.
Dysturin verður leiktur á Eleda leikvøllinum í Malmö. Til ber at síggja dystin á KÍ-varpinum.
Tað verður 39 ára gamli Lukas Fähndrich, ið verður høvuðsdómari til dystin millum Malmö FF og KÍ.
Lukas Fähndrich hevur dømt altjóða dystir síðani 2018. Áðrenn tað var hann fjórði dómari til altjóða dystir í nøkur ár.
Lukas Fähndrich dømdi 20. august í 2020 Europa League undankappingardystin millum Glentoran úr Norðurírlandi og HB, ið var leiktur BetMclean Oval leikvøllinum í Belfast í Norðurírlandi. Glentoran vann dystin 1-0.
Lukas Fähndrich hevur dømt dystir í bestu sveisisku fótbóltsdeildini síðani 2016. Áðrenn tað dømdi hann dystir í næstbestu deildini.
MALMÖ FF (SWE) - KÍ KLAKSVÍK (FRO)
Dómari: Lukas Fähndrich SUI
Hjálpardómari 1: Guillaume Maire SUI
Hjálpardómari 2: Nicolas Müller SUI
Fjórði dómari: Nico Gianforte SUI
UEFA Dómaraeygleiðari: Simon Lee Evans WAL
UEFA Umboð: Kari Haapiainen FIN
Enn eru VAR-dómararnir ikki ásettir.