Hóskvøldið klokkan 19 bíðar ein torfør uppgáva hjá Víkingi í øðrum undanumfarinum í Conference League.
Á útivølli á Planet Group leikvøllinum í Gent í Belgia tekur KAA Gent ímóti Víkingi í fyrra dystinum í øðrum undanumfarinum í Conference League.
Tað verður 39 ára gamli Vilhjálmur Alvar Þórarinsson úr Íslandi, ið verður høvuðsdómari til dystin.
Vilhjálmur Alvar Þórarinsson hevur dømt altjóða dystir síðani 2015, og hann hevur sostatt fitt av royndum.
Vilhjálmur Alvar Þórarinsson hevur tvær ferðir dømt dystir hjá føroyska landsliðnum. 23. mars í 2019 dømdi Vilhjálmur Alvar Þórarinsson EM-undankappingardystin Føroyar taptu 1-2 fyri Malta á útivølli. 22. september í 2022 dømdi Vilhjálmur Alvar Þórarinsson dystin á útivølli hjá føroyska landsliðnum móti Litava í Nations League. Dysturin endaði við javnleiki 1-1.
KAA GENT (BEL) - VÍKINGUR (FRO)
Dómari: Vilhjálmur Alvar Þórarinsson ISL
Hjálpardómari 1: Gylfi Már Sigurðsson ISL
Hjálpardómari 2: Kristján Már Ólafs ISL
Fjórði dómari: Elías Ingi Árnason ISL
UEFA dómaraeygleiðari: Salustià Chato Ciprés AND
UEFA umboð: Geórgios Fandáros CYP