Dupultspælið hjá Sjúrði

Tjóðveldisdrongurin, sum gjørdist danskur socialdemokratur.

 

Sjúrður og Javnaðarfl. vilja í einum og øllum fylgja Mette og dønum.

 

Sjúrður var við til at samtykkja “kapasitetspakkan”, sum m.a. innihelt ein radara, sum skuldi setast upp í Føroyum.

 

Føroyingar høvdu ikki biðið um nakran radara, og føroyskir myndugleikar vóru ikki tiknir við í viðgerðina, hóast radarin skuldi setast upp á føroyskari jørð.

 

So byrjaði dubultspælið frá dønum, Sjúrði og Javnaðarfl.

 

Tey høvdu ivaleyst roknað við, at føroyingar tóku undir við ætlanini, uttan at seta treytir.

 

Tá eg so dittaði mær at nýta høvið til at seta treytir, (ikki noktaði fyri at seta radaran upp), so vit kundu fáa nøkur viðurskiftir uppá pláss ímillum Føroyar og Danmark, umframt at kasta ljós á okkara handilsviðurskifti við Danmark/ES, gav Sjúrður ilt av sær.

 

Sjúrður hevur fingið nøkur oyrur frá Mette til mentanartiltøk í Føroyum. Afturfyri hevur hann verið handgingin maður hjá Mette í Føroyum.

 

Sjúrður, Mette og onnur komu fram á torg, speiraktu undirritaða, og hildu uppá, at ein blandaði ikki handilspolitikk o.a. uppí verju- og trygdarpolitikk.

 

Javnaðarfl. vildi hava Løgtingið til at taka støðu til radaran, men legði onki uppskot fyri Tingið tí viðvíkjandi. Saman við Tjóðveldi og Framsókn vildu tey hava Tingið til at heita á løgmann um at leggja radaramálið fyri Tingið. Dubultspæl.

 

Við hjálp frá Javnaðarfl., (tað var jú avtalað ímillum Sjúrð og Mette), løgdu føroyskir myndugleikar seg flatar, og settu ongar treytir.

 

Radarin hevur ongantíð verið settur í samband við kríggið í Ukraina. Hóttanarstøðan um okkara leiðir er ikki broytt.

 

Nú skal Sjúrður í kríggj saman við Mette. Handilskríggj. Nú ber væl til at blanda handilspolitikk og trygdar- og verjupolitikk saman. Dubultspæl.

 

Tað hevur verið áhugavert at fylgja Sjúrði, tí politikkurin er sum vindurin blæsur. Í 2014, tá Russland tók Krim, skuldi handilspolitikkur og verju- og trygdarpolitikkur ikki blandast saman. Nú sigur Sjúrður tað sama sum Mette.

 

Tað er væl kent, at samskifti ímillum lond, serliga handilsviðurskifti, eru við til at skapa støðufesti í heiminum.

 

Eg kenni ongi dømir um, at handilstiltøk hava steðga nøkrum kríggi.

 

Tí undrar tað meg, at ongin tosar um at fara undir eina friðartilgongd, fyri at fáa partarnar at gevast við krígnum í Ukraina.

 

Tað hevði sømt seg betur, um Sjúrður, Mette og øll onnur løgdu seg í selarnar fyri at fáa steðga ræðuleikunum í Ukraina, í staðin fyri at bera brenni á bálið

 

Eingin umboðar betri Mette Fredriksen á Fólkatingi enn Sjúrður Skaale, velja tit hann fáa tit fýra ár afturat við tjóðveldisdronginum, sum gjørdist danskur socialdemokratur.

 

Føroyar hava uppiborið betri.