Eg havi ikki gjørt fremmanda kvinnu við barn

Tað sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, sum hevur meldað mál um elting

 

– Eg havi sæð meg noyddan at fara til løgregluna í dag við einum máli um chikanu og ærumeiðing av mær. Sjálvur havi eg annars sera breiðan rygg politiskt og mangan staðið fyri skotum, men tá man byrjar at gera sálarligan ágang persónligt á meg og mína familju, flýtur bikarið yvir. 

Soleiðis skrivar Johan Dahl, løgtingsmaður, á Facebook í dag.

Hann greiðir frá, at ein ónenvdur persónur seinastu seks mánaðirnar hevur, fyrst við tveimum dulnevndum maskinskrivaðum brøvum, send persónliga til konuna og síðan við at fara á miðilin Jodel – við hesi álvarsomu ákæru, sigur hann:

– At eg skal hava gjørt eina fremmandi kvinnu við barn.

– Tá haldi eg nokk er nokk. 

– Til øll tey, sum hava tikið hesa søgu til sín og ført hana víðari í umferð kann eg bert staðiliga afturvísa hesi tíðindi sum reint uppspinn frá onkrari sjúkari sál, sigur Johan Dahl.

– Vónandi kann løgreglan loysa hetta málið og finna fram til, hvør viðkomandi, sum hevur sett hesa søgu í gongd, er, skrivar Johan Dahl.