EG VIL HALDA FRAM AT RAÐFESTA OG MENNA DAGSTOVNA-OG FRÍTÍÐARSKÚLAØKIÐ

Tórshavnar Kommuna skal hava allar besta dagstovna og frítíðarskúlaøkið í landinum. Fáa vit starvsfólk at trívast, elska sín arbeiði enn meira, útinna námsfrøðiliga og hjálparfólkaarbeiði til fulnar, førleikamenna starvsfólk og leiðarnir fáa tíð og orku at menna sín stovn og síni starvsfólk, fáa vit bestu menning, læring og trivna til okkara børn.

 

LURTA OG SETA Í VERK

 

  • Leiðslutímar skulu takast burturúr stovunormeringini. Men alneyðugt er, at hesir tímar vera varðveittir á stovunum. Leiðararnir skulu hava tíð og orku at menna stovnin fakliga og trivnaðarliga. Tað skal ikki vera so, at okkara leiðarar sita heima um kvøldarnar og avgreiða vanligar fyrisitingarligar uppgávur, tí pláss og rúmd er ikki til tað, tá ið teir eru til arbeiðis.
  • Børn við serligum tørvi, skulu fáa teir stuðulstímar, sum brúk er fyri, eftir tørvi. Tað kann hava katastrofalar avleiðingar, um børn, sum hava serligar avbjóðingar, bera brek, mistrívast ella eru til vanda fyri seg sjálvan ella onnur, ikki fáa tað hjálp, sum teimum tørvar. Stuðulstímaskipanin skal fáast á beint.
  • Vit skulu tryggja eina minimumsnormering, tvs at ein barnagarðstova við 12 børnum, altíð skal vera normerað til 12 børn, eisini um tað eitt tíðarskeið vísir seg bert at vera 10 børn á stovuni. Hetta fer at geva betri tíð og rúmd til tað einstaka barnið, stabilitet og kontinuitet og skapa pláss fyri menning og nýhugsan.
  • Vit skulu framhaldandi útbúgva okkara hjálparfólk, til professions bacelorar í námsfrøði. Hetta vísur seg at styrkja um fakligheitina á stovnunum í dag, og tað er nettup fakligheitin, sum stórur mangul er á.
  • Neyðugt er at seta eina fasta íløgu av, fyri at bøta um karmarnar á dagstovnum og frítíðarskúlum, bæði innan-og uttandura. Á nøkrum stovnum eru karmarnir út av lagi vánaligir. Bæði tá ið tað kemur til ljóðviðurskiftir, ventilatión, rúmd og inniklima sum heild. Uppdatering av útiøkini kemur ikki bara børnunum til góðar, men eisini øll grannaløg, sum kunnu brúka spæliplássi um kvøldarnar og í vikuskiftunum.
  • Langtíðarætlanir eru, at færri børn skulu vera í hvørjari stovu. Hesum kunnu vit byrja at hyggja eftir, nú tá ið eingin bíðilisti er, og burðartalið ikki er so høgt.

 

 

 

Tað skal vera lokkandi, mennandi og stuttligt at arbeiða á dagstovna-og frítíðarskúlaøkinum. Tað smittar natúrliga av á børnini, tá ið starvsfólk trívast.

 

Súna Mørk, Býráðslimur