Egyptiskur dómari brúkti fartelefon hjá áskoðara til VAR-dóm

Mohamed Farouk sleppur ikki at døma dystir fyribils, tí hann móti reglunum brúkti fartelefonupptøkurnar hjá einum áskoðara til at kolldøma eitt mál

Egyptiski fótbóltsdómarin, Mohamed Farouk gjørdi nakað farna vikuskiftið, ið má vera eindømi.

 

Mohamed Farouk dømdi ein dyst í næstbestu egyptisku fótbóltsdeildini, har VAR-døming ikki er heimilað. 

 

Mohamed Farouk dømdi ein dyst millum liðini, Al Nasr og Suez.  

 

Leikararnir hjá Al-Nasr hildu, at teir høvdu skorað eitt útjavnandi mál til 2-2 heilt móti dystarenda. Men hvat hendir?

 

Mohamed Farouk lænir fartelefonina hjá einum áskoðara, ið hevði tikið støðuna upp á video. Aftaná at hava hugt eftir upptøkuni nakrar ferðir kolldømir Mohamed Farouk útjavnandi málið hjá Al-Nasr. 

 

Mohamed Farouk gav sær góða tíð at hyggja eftir videoupptøkunum hjá áskoðaranum, tí hann legði heilar fimtan minuttir aftrat av eykatíð. Í hesi eykatíðini skoraði Suez til 3-1, ið gjørdist endaliga úrslitið av dystinum. 

 

Dómaranevndin hjá egyptiska fótbóltssambandinum hevur nú tikið avgerð um fyribils at útihýsa Mohamed Farouk frá allari døming, tí hann gjørdi nakað sum als ikki er heimilað.

 

Áskoðararnir og leikararnir hjá Al-Nasr vóru so óðir inn á Mohamed Farouk aftaná loknan dyst, at hann mátti hava løgregluverju. Al-Nasr hevur eisini hótt við einum endurgjaldskravi.