Ein frílyntur mentannarpolitikkur skal gerast

Listafólkasamband Føroya skipaði í gjár fyri einum sera áhugaverdum og læruríkum valfundi í hølunum hjá LISA í Hoydølum. Eg hevði framíhjárættin at umboðað Fólkaflokkin í panelinum.


Fólkaflokkurin ynskir eina ríka mentan. Ein frílyntur mentannarpolitikkur skal loysa upp fyri teimum skapandi kreftunum í Føroyum. Tað ræður um at styrkja hugin, gávurnar og møguleikan fyri at útinna mentanarligt virksemi.


Vit skulu sum sjálvstøðugt fólk hava kunnleika til okkara livandi søgu, føroyskan dans, myndandi list, heimavirki, tónleik, bókmentir og skaldskap. Vit skulu styrkja og stuðla yrkislist, fólkamentan, virksemi í kvøldskúlum og frítíðarfelagsskapum. Vit skulu stuðla uppundir, at føroyska málið verður ment á øllum pallum í tøkniligu menningini.


Nógv góð hugskot og hjartasuff komu fram á fundinum. Teitur hevði eitt sera rámandi innslag, har hann vísti á, hvussu týdningarmikil hølisviðurskiftini í Hoydølum vóru, og at tey nú trekkja útlendingar til Føroya at skapa list.


Ein ungur spýri ynskti at hoyra um, hvussu hon betri kundi byrja sum listakvinna. Eg nevndi, at vit kanska áttu at havt eina listaliga mentorskipan, sum ung listafólk kundu halla seg at. 


FMX og Farlit gera eitt stórt arbeiði fyri listina, men vit hava tørv á at gera tingini enn betri og fevna um enn meira list, tá tað kemur til útflutning av list. Ein útflutningsstova hevði hjálpt uppá hetta, og veruliga sett gongd á útflutningin av list í breiðastu merking.


Fólkaflokkurin vil, at filmsvinnan skal mennast og kunna vaksa við hægri afturbering.


Takk fyri eitt sera gott kvøld LISA, og vónandi verður eitt slíkt tiltak skjótt aftur. Og takk Teitur!