Ein kaitúr á nýggja havnarlagnum Mentanarnáttina

Gongur tú ein keitúr...

 

Soleiðis skrivar Faroe Ship, sum bjóðar fólki at síggja nýggja havnarlagið mentanarnáttina annað fríggjakvøld:

– Í fótasporunum hjá Kalla Katt og í nýggjum elbussi hjá bussleiðini verður bjóðað forvitnislig rundferð á nýggju Skansabryggjuni.

– Nýggja havnaútbyggingin er nú liðug, og vit bjóða áhugaðum at síggja nýggja havnarøkið og tað virksemi, ið fer fram á bryggjuni í løtuni, skrivar Faroe Ship.

Túrurin byrjar við høvuðsskrivstovuna hjá Faroe Ship. Koyrt verður kl. 19 og kl. 20. Avmarkað atgongd. Neyðugt er við tilmelding á torsinfo@torshavn.fo.

Kl. 21.00 verður konsert við Vágaverk - Í vetur góvu Vágaverk út nýggju plátuna 'Ivaveður'. Nú fara teir báðir Jóan Jakku Guttesen og Sámal Ravnsfjall saman við bólki at framføra í Gráa Pakkhúsi. Ókeypis atgongd.

Góða Mentanarnátt!