Eingin í býráðnum ímóti ætlanunum hjá Koks

Eingin av býráðslimunum í Havn er beinleiðis ímóti at geva Gist og Vist loyvi at byggja nýggja matstovu til Koks í Fossdali millum Velbastað og Syðradal, og seks teirra siga seg sum útgangsstøði at vera fyri

Eftir ætlanunum hjá Gist og Vist skal nýggja matstovan hjá Koks byggjast í við Fossdalsgjógv í Fossdali, og talan er um eina umfatandi verkætlan, ið millum annað inniber, at partur av vetrarhaganum hjá bóndanum skal brúkast til matstovuna og tilhoyrandi bygningar.

 

Gist og vist hevur leingi leitað eftir hóskandi staði til matstovuna, sum seinastu árini hevur húsast frammi við Gjónna við Leynavatn og í Kirkjubø. Leitað hevur verið eftir einari varandi loysn, og ta loysnina metir Gist og vist seg hava funnið við verkætlanini í Fossdalsgjógv.

 

Festarin á staðnum er kortini ikki samdur.

 

Hóast samráðingar høvdu verið millum Gist og Vist og festaran, Páll Djóna á Steinum, kom vátt í reiðrið millum partarnar. Við Dag & viku greiddi Páll Djóni á Steinum frá, at hann hevði fingið bjóðað eina millión í gjaldi frá Gist og vist fyri økið, sum hann sjálvur hevði ætlað at nýta til køst. Hetta helt Páll Djóni á Steinum vera alt ov lítið, og samráðingarnar partana millum slitnaðu.

 

Málið er kortini ikki komið fyri býráðið enn, men Gist og vist hevur havt framløgu fyri býráðnum um verkætlanina, og í næstum skal hon til viðgerðar í byggi- og býarskipanarnevndini.

 

Verkætlanin hevur sostatt onga viðgerð fingið enn - hvørki politiskt ella umsitingarliga, men vit hava kortini verið og loddað dýpið fyri at vita, hvør hugburðurin hjá býráðspolitikkarunum er mótvegis nýggju ætlanunum hjá Gist og vist.

 

Í spurnarumfari, sum Sosialurin hevur gjørt millum býráðslimirnar í Tórshavnar býráð, verður spurt: "Ert tú sinnað/ur at lata Koks byggja í Fossdalsgjógv?".

Eingin av býráðslimunum eru beinleiðis ímóti ætlanunum, og so at siga øll játtandi svarini eru treytað av, at partarnir báðir koma til eina semju sínamillum, og at aðrir avvarandi myndugleikar geva grønt ljós fyri verkætlanini eisini. So at siga eingin býráðslimur gevur treytaleysa undirtøku til verkætlanina og nærum allir vísa á, at málið er komið ov stutt í skipanini og er framvegis ov illa lýst til endaliga at kunna koma við einari avgjørdari og endaligari niðurstøðu.

 

Seks av býráðslimunum siga seg sum útgangsstøði vera fyri verkætlanini, men fimm teirra hava ikki tikið avgerð enn.

Tveir býráðslimir, Marin Katrina Frýdal og Tróndur Sigurðsson, vilja ikki gera viðmerkingar yvirhøvur. Marin Katrina Frýdal sigur, at hon hevur gegnistrupulleikar í málinum og vil tí ikki gera nakra viðmerking. Tróndur Sigurðsson vil ikki gera nakra viðmerking, fyrr enn málið hevur verið til viðgerðar í byggi- og býarskipanarnevndini.

 

Tann varna undirtøkan, sum hóast alt er at finna, røkkur tvørtur um floks- og samgongumørk, tí býráðslimir fyri allar flokkar hava játtað, at sum útgangsstøði eru teir fyri verkætlanini.