Eingin skal noyðast at sova á gøtuni 

Tað eru fólk, sum vilja øllum gott, og so eru tað fólk, sum í verki veruliga gera nakað munagott fyri fólk. Til seinna bólkin hoyrir barndomsvinur mín Martin Kúrberg. Hann virkar í tí dagliga sum leiðari á Herberginum hjá Frelsunar herinum á Dalavegnum.

 

Herbergið hjálpur fyrst og fremst teimum á niðastu rok, teimum sum av ymiskum orsøkum ikki eiga tak yvir høvdið. Tey fáa eina heita song og morgunmat á Herberginum. Hetta eru oftast fólk, ið hava rúsdrekkatrupuleikar, og eru dottin burturímillum í samfelagnum.

 

Vit muga tó leggja okkum í geyma, at hesi fólk hava sama virði sum tú og eg. Tí er umráðandi at kommunan stuðlar Martin Kúrberg og hansara fólkum. Eisini hava hesi fólk avvarandi, tað munna vera nógv teirra ið hava havt svøvnleysar nætur í berari stúran. Hjá teimum man tað tí vera stórur uggi, at vita at ein heit song er á Herberginum.

 

Hjálpa vit teimum við trupulleikum, tá hjálpa vit eisini teirra avvarandi.

 

Høvuðsorsøkin til at vit skula hjálpa hesum fólkum, er tó sjálvsagt at tey eru menniskju og hava stórt virði. Men tað er sjálvsagt eisini ein síðuvinningur fyri samfelagið, um vit fáa bara ein av hesum uppá rætt kjøl aftur. Tað eru lukkutíð nógvar sólskinssøgur um fólk ið hava vunnið á rúsdrekkatrupulleikum, og aftur kunna liva eitt vanligt lív.

 

Saman við øðrum viðgerðastovnum er Herbergið uttan iva bjargingin hjá nógvum familjum í neyð. Vit sum kommuna eiga tí avgjørt at hava hægstu virðing og sera stórt takksemi fyri arbeiði hesir stovnar gera.

 

Tað skula vit eisini vísa við at stuðla teimum, bæði fíggjarliga, men ikki minst við at vera klár at rætta eina hond tá brúk er fyri tí.

 

Herbergið er sum nú er, primert fíggjað av norska Frelsurnarherinum, hetta eiga tey stóra tøkk fyri. Sum skilst verður tó arbeitt við at landið stigvíst skal yvirtaka fíggingina av Herberginum. Um Landstýrið og sitandi Løgting fáa bjarga hesum, soleiðis at vit sjálvi taka ábyrgd av okkara egnu, tá eiga tey stórt rós uppiborið.

 

Tað má tó eingin ivi vera um, at vit eiga sjálvi okkara veikastu og ábyrgdina av, at eingin noyðist at sova á gøtuni !

 

Brandur í Dali - Valevni hjá Tjóðveldi