Eldur í Børsen í Keypmannahavn

Gamli søguligi bygningurin stendur í ljósum loga.

(Myndir: Pætur H. Evensson)

Sløkkiliðið er á staðnum, og partar av miðbýnum í Keypmannahavn eru stongdir - eitt nú Knippelsbro.

 

Kenda spírið við dreka-halunum (tornið) er koppað aftaná at hava staðið í ljósum loga í eina góða løtu.

 

Børsen liggur á Slotsholmen, beint við síðuna av Christiansborg. Børsen er ein av elstu bygningunum í Keypmannahavn og er harvið eisini ikoniskur fyri býin.

 

Í dag er Børsen ein kontórbygningur, har millum annað organisatiónin Dansk Erhverv heldur til.

 

Nógvir søguligir og virðismiklir lutir eru inni í bygninginum, og arbeitt verður við at bjarga hesum. Millum annað eru fleiri málningar bjargaðir.

 

Enn veit mann ikki, hví eldur er komin í.

 

Politiið í Keypmannahavn heitir á øll um at halda seg burtur frá økinum.

 

Men kortini standa fleiri hundrað fólk og hyggja nærindis. Tað er týðiligt, at fólk eru skelkað. 

 

Starvsfólk á arbeiðsplássum á Slotsholmen (m.a. á ymsu málaráðnum) hava fingið boð um at fara heim at arbeiða í dag.

 

Her eru nakrar myndir, undirritaði tók í morgun:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

(Myndir: Pætur H. Evensson)