Elias fór skaddur av vøllinum

Sum dysturin leið, varð Óli Mittún besti maður á vøllinum í stórum drama, sum endaði við, at Kristianstad eftir tvær ferðir longda leiktíð vann aðru SM finaluna

Óli Mittún skoraði í kvøld sjey mál og legði upp til fimm mál

Tað var øgiligt drama í Partille Arena í Göteborg í kvøld, tá ið onnur av fimm SM finalum í manshondbólti var millum heimaliðið IK Sävehof og Kristianstad. IK Sävehof vann fyrstu finaluna á útivølli, og í kvøld endaði tað við, at Kristianstad vann 45 – 44 í Göteborg. Tað var eftir tvær ferðir eykatíð tvær ferðir fimm minuttir.

 

Eftir 60 minuttir var støðan 33 – 33. . So varð spælt tvær ferðir fimm minuttir, og tá var støðan 39 – 39. Eftir enn einaferð tvær ferðir fimm minuttir, vann Kristianstad 45 – 44, og nú er støðan 1 – 1 í finalum. Triðja finalan verður hóskvøldið í Kristianstad.

 

Føroysku Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún áttu stóran leiklut. Fyri heimaliðið kom tað illa við, og tað órógvar sjálvandi føroyskan hondbólt, at Elias Ellefsen á Skipagøtu í seinna hálvleiki í vanligu leiktíðini fór skaddur av vøllinum, og at tað síðani einki sást til hann. Hvat tað snýr seg um, og hvussu álvarsligt tað er, hevur enn einki verið at frætt um.

 

Svenskir miðlar hefta seg serliga við, hvussu væl 17 ára gamli Óli Mittún avrikaði í seinna hálvleiki og í longdu leiktíðini.

 

-Tað átti ikki at borið til at avrika við sovornum bóltførleika og spælskili, tá ið talan er um so ungan spælara. Óli syrgdi fyri, at IK Sävehof fótaði sær aftur í seinna hálvleiki, og í longdu leiktíðini var hann besti spælarin. Hvat verður tað av hesum undurbarninum, var spurningurin.

 

Í kvøld skoraði Elias Ellefsen á Skipagøtu 7 mál og legði upp til eitt mál. Óli Mittún skoraði 7 mál og legði upp til 5 mál.

 

Óli Mittún skoraði í kvøld sjey mál og legði upp til fimm mál