Elias var deildur toppskjútti hjá Kiel í dag

THW Kiel leikti javnt í tí seinasta dystinum í bundesliguni hetta kappingarárið

Seinnapartin spældu Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel seinasta dystin í bundesliguni hetta kappingarárið.

 

Á útivølli móti Melsungen spældi Kiel javnleik 23-23. Tað gekk illa í hond hjá Kiel í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Melsungen á odda 16-11.

 

Elias gjørdist saman við Nikola Bylik toppskjútti hjá Kiel. Teir skutu fimm mál hvør. Elias var eisini noteraður fyri eitt upplegg til mál.

 

Hákun West av Teigum slapp heldur ikki framat í dag, tá Füchse Berlin á útivølli vann 31-27 (15-13) á Eisenach.

 

Jóhan á Plógv Hansen skoraði trý mál, tá hann og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt vunnu stórsigur 40-30 (16-14) á Bergischer á útivølli.

 

Liðini hjá Hákun, Jóhan og Eliasi endaðu sum nummar tvey, trý og fýra í bundesliguni. Komandi liðið hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover-Burgdorf endaði á einum sjeynda plássi.

 

Komandi leygardag skal Kiel spæla hálvfinalu móti krútsterka Barcelona í hálvfinaluni í Final Four í Champions League í Lanxess høllini í Köln.

 

Endaliga støðan í bundesliguni:

 

##med2##

 

Kelda: Soccerstand