Elon Musk við sterk feløg í USA: – Go fuck yourself

– Go fuck yourself. Við hesum orðunum er maðurin aftan fyri sosiala miðilin X, Elon Musk, aftur farin í kríggj við nakrar av sterkastu feløgum í USA.

 

Elon Musk, sum millum annað eigur sosiala miðilin X, elbilaframleiðaran, Tesla, og rúmdarfelagið SpaceX Michele Tantussi/Reuters/Ritzau Scanpix

Fleiri av teimum sum Disney, Apple, Comcast og Warner Brothers eru tí givin við at lýsa á X, sum fyrr æt Twitter.

Tað hava tey gjørt, eftir at Elon Musk – sum eisini eigur onnur stór feløg sum Tesla og SpaceX – fyrr í mánaðinum á X stuðlaði einum jødahatskum innleggi á sosiala miðlinum. Tað skriva BBC og Reuters.

 

 

Elon Musk, sum millum annað eigur sosiala miðilin X, elbilaframleiðaran, Tesla, og rúmdarfelagið SpaceX Michele Tantussi/Reuters/Ritzau Scanpix