Tað var gapandi keðiligt at fylgja innleiðandi EM-bólki C ígjár, har báðir dystirnir Ongland-Slovenia og Danmark-Serbia endaðu við javnleiki 0-0.
Hagtølini prógva eisini, at talan var um ein bólk við dystum við avmarkaðum undirhaldi og skotnum málum.
Við sjey skotnum málum í seks dystum tangeraði bólkur C eitt keðiligt EM-met frá 2016.
Í 2016 vóru bara skotin sjey mál í dystunum í bólkinum hjá Týsklandi, Pólandi, Ukraina og Norðurírlandi.
Í Danmark, og serliga í Onglandi eru miðlafólk og fjepparar rættiliga firti. um manglandi framrættaða spælið, men liðini eru so víðari til áttandapartsfinalurnar.