EM: Brendu málmøguleikarnir kostaðu dýrt

Rumenski málverjin hevði eitt bjargingarprosent beint undir 50 prosent og tað sást aftur í úrslitinum

Nicholas Satchwell stóð ógvuliga væl í málinum, og føroyska verjan spældi ein góðkendan dyst, har Rumenia á heimavølli var hildið niðri á 25 málum.

 

Nicholas Satchwell bjargaði 35,90 prosent av málmøguleikunum hjá rumenum, ið var eitt rættiliga gott avrik. 

 

Men álopsspælið hjá føroyska hondbóltslandsliðnum gekk av skriðuni í EM-undankappingardystinum móti Rumenia í Bukarest.

 

Ionut Iancu í rumenska málinum bjargaði 48,39 prosent av føroysku málroyndunum, og tað kostaði okkara monnum dýrt. 

 

Serbisku dómararnir dømdu heldur einki brotskast til Føroyar, og teir høvdu nakrar løgnar dømingar ímóti okkara álopsleikarum, og tað hjálpti okkum so heldur ikki.

 

Samlað er tó talan um eina góða viku fyri føroyska hondbóltslandsliðið við 28-26 (15-9) sigrinum á Rumenia í høllini á Hálsi.

 

So er at vóna, at Eysturríki vinnur á Ukraina í kvøld á heimavølli, so bæði Føroyar og Ukraina hava tvey stig hvør tá vit hittast í høllini á Hálsi 26. apríl. 

 

Rumenia-Føroyar 25-17 (14-10) - EM-undankappingardystur

 

Føroyar: Hákun West av Teigum 4/8, Teis Horn Rasmussen 2/2, Leivur Mortensen 2/4, Rói Berg Hansen 2/4, Tróndur Mikkelsen 2/7, Elias Ellefsen á Skipagøtu 2/7, Helgi H. Hoydal 1/2, Óli Mittún 1/4, Hallur Arason 1/3.

 

Bjargingar: Nicholas Satchwell 35,90 prosent