EM-lutakastið verður klokkan 17 í dag

Seint seinnapartin fæst at vita hvørjum Føroyar vera í bólki saman við til EM-endaspælið hjá kvinnum

Mynd: HSÍ

Seint seinnapartin klokkan 17 verður lutakastið til EM-endaspælið hjá kvinnum í hondbólti. Tá verður eisini greitt, hvørt Føroyar skulu spæla í Basel í Sveis, í Innsbrück í Eysturríki ella í Debrecen í Ungarn.

 

Lutakastið verður í eysturríkska høvuðstaðnum, Wien og verður ætlandi víst í Kringvarpinum. FM1 sendir eisini frá lutakastinum. Lutakastið kann eisini stroymast á ehfttv.com og Home of Handball á youtube.


Raðfylgjan fyri styrkismetingina sær soleiðis út:

 


Pottur 1: Noreg, Danmark, Montenegro, Frakland, Svøríki, Niðurlond


Pottur 2: Týskland, Spania, Rumenia, Ungarn, Sveis, Eysturríki


Pottur 3: Slovenia, Kroatia, Pólland, Serbia, Makedonia, Ísland


Pottur 4: Kekkia, Ukraina, Turkaland, Føroyar, Portugal, Slovakia

 

 

 

EM-endaspælið verður leikt í døgunum 28. november til 15. desember í Basel í Sveis, Innsbruck og Wien í Eysturríki og Debrecen í Ungarn. Les meira um endaspælið her: WOMEN’S EHF EURO 2024 (catchthespirit2024.com)

 

Mynd: HSÍ