EM: Sponsku heimsmeistararnir vunnu stórsigur á Portugal

Í sama innleiðandi bólki vann Italia á Belgia

Mynd: Ritzau Scanpix

Í dag spældu liðini í innleiðandi bólki B fyrstu dystirnar í EM-endaspælinum í fótbólti hjá kvinnum, ið verður leikt í Sveis. 

 

Undan dystinum millum heimsmeistararnar, Spania og Portugal heiðraði fjøldin og mintist Diogo Jota og bróðir hansara, André Silva, ið doyðu í einari syrgiligari ferðsluvanlukku.

 

Á søguríka Wankdorf leikvøllinum í Bern var klassamunur. Spania vann stórsigur 5-0. Longu í steðginum var Spania á odda 4-0. Spania hevði bóltin 71 prosent av tíðini, og Portugal hevði bert eina málroynd innanfyri málrammurnar.

 

Í sama bólki vann Italia 1-0 á Belgia á Tourbillon leikvøllinum í Sion. Arianna Caruso skoraði sigursmálið beint undan steðginum. 

 

Spania-Portugal 5-0 (4-0)

1-0 Esther Gonzalez ('2 )

2-0 Vicky Lopez ('7 )

3-0 Alexia Putellas ('41 )

4-0 Esther Gonzalez ('43 )

5-0 Cristina Martin Prieto ('90 )

 

Belgia-Italia 0-1 (0-1)

0-1 Arianna Caruso ('44 )

 

Í morgin spæla liðini í innleiðandi bólki C. Klokkan 17 spælir Danmark - uttan Jóhannu Fossdalsá Sørensen í hópinum - dyst móti Svøríki. Klokkan 20 spæla Týskland og Pólland.

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix