Tað vil bara ikki rigga hjá Harry Kane at vinna eitt heitið.
Aftaná tvey onnur pláss og eina tapta Champions League finalu við Tottenham fór hann í fjør til München fyri at vinna heiti við Bayern München, men enn er tað fyrsta ikki komið í hús.
Við Onglandi hevur Harry Kane nú vunnið EM-silvur á tveimum sinnum, og Nations League bronsu á einum sinni. Gullið bíðar framvegis.
Sum einstaklingur hevur Harry Kane vunnið tó nógvar heiðrar, og hann var eisini valdur á ársins lið í týsku bundesliguni.
- Hetta er ein spiltur møguleiki. Hesar finalurnar eru ikki lættar at røkka. Hatta er ógvuliga pínufilt. Hetta fer at pína okkum í langa tíð. Segði Harry Kane aftaná taptu EM-finaluna í Berlin.
HER ber til frá Optus Sport at hoyra og síggja tað sum Harry Kane segði aftaná EM-finaluna:
##med2##