Slovenia tapti bara tvær ferðir í undankappingini og endaði við at vinna seg víðari sum nummar tvey í bólki H. Danmark fór við hinum plássinum. Hetta er bara aðru ferð, at Slovenia er við til eitt EM-endaspæl. Seinast var í 2000. Tó hevur Slovenia tvær ferðir vunnið seg til HM-endaspælið í hesum tíðarskeiðnum. Tað var í 2002 og 2010.
Slovenia er ikki ein av tungu dreingjunum í altjóða fótbólti og hevur ongantíð vunnið seg víðari úr bólkaspælinum til endaspæl. Einasti sigurin kom til HM 2010 endaspælið, tá Slovenia vann 1-0 á Algeria.
Hóast Slovenia ikki hevur stjørnustatus í Evropa, so hevur liðið tvær altjóða stjørnur á liðnum. Tað eru málverjin Jan Oblak og áleyparin Benjamin Sesko. Jan Oblak hevur í fleiri ár verið millum bestu málverjarnar í heiminum. Slovenia hevði ikki vunnið seg til EM-endaspælið uttan Jan Oblak í málinum. Hann er í heimsflokki og hevur fyri vana at javnan gera bjargingar í heimsflokki. Hann er eisini liðskipari á liðnum.
Benjamin Sesko, sum spælir við RB Leipzig, er eitt navn, sum tú allarhelst kemur at kennast við komandi árini. Hann er eitt álopstalent, sum longu hevur verið sett í samband við stóru feløgini í Evropa.
Matjaz Kek hevur vant liðið væl og ein sigur á Portugal í venjingardysti sigur sína søgu, men Slovena er komið í ein bólk, sum verður tungur at dansa við. Danmark, Serbia og Ongland eru øll lond, sum ætla sær víðari. Slovenia verður kanónføði í hesum bólkinum. Sannlíkindini fyri at koma víðari eru lítil, men liðið hevur tvær stjørnur, sum kunnu gera mun.
Hvør minnist ikki frísparkið hjá Øssuri Hansen móti Slovenia, tá hann javnaði í yvirtíðini á Svangaskarði? Tað er ein av heilt stóru løtunum hjá føroyska landsliðnum. Hinir tríggir dystirnir móti Slovenia eru allir endaðir við tapi. KÍ vann á Ljubljana í Conference League í fjør.
Hópurin:
Málverjar:
Jan Oblak (Atlético Madrid)
Vid Belec (APOEL)
Igor Vekic (Vejle)
Verjuspælarar:
Jure Balkovec (Alanyaspor)
Jaka Bijol (Udinese)
Miha Blazic (Lech Poznan)
David Brekalo (Orlando City)
Vanja Drkusic (Sochi)
Erik Janza (Gornik Zabrze)
Zan Karnicnik (Celje)
Petar Stojanovic (Sampdoria)
Miðvallarar:
Timi Maks Elsnik (O. Ljubljana)
Adam Gnezda-Cerin (Panathinaikos)
Jon Gorenc Stankovic (Sturm Graz)
Tomi Horvat (Sturm Graz)
Jasmin Kurtic (Südtirol)
Sandi Lovric (Udinese)
Benjamin Verbic (Panathinaikos)
Adrian Zeljkovic (Spartak Trnava)
Nino Zugelj (Bodø/Glimt)
Álop:
Zan Celar (Lugano)
Josip Ilicic (Maribor)
Jan Mlakar (Pisa)
Benjamin Sesko (RB Leipzig)
Andraz Sporar (Panathinaikos)
Zan Vipotnik (Bordeaux)
Venjari: Matjaz Kek (Slovenia)