Enn fara nakrar milliónir ólógliga av landinum

Taks kannar møguleikan fyri at fáa alt í landskassan

Tað eru framvegis nakrar milliónir, sum fara ólógliga av landinum. Tað skilst av tí, Rut Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, upplýsir fyri Løgtinginum.

 

Uni Holm Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur reist málið um allar tær milliónirnar, føroyingar rinda hvørt ár til Netflix, Viaplay, HBO, Spotify, og aðrar stroymingartænastur.

 

Alt mvg, sum vit rinda fyri hetta, eigur at fara í landskassan, men Uni Holm Johannesen, førir fram, at sum støðan er nú, fer tað av landinum

 

Hann vísir til eina kanning hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi frá 2019 og sum vísir, at talan er um einar 13-14 milliónir, sum áttu at farið í landskassan, men sum endar í onkrum útlendskum pengakassa ístaðin Og nú hevur hann spurt Ruth Vang, hvat hon ætlar at gera við tað.

 

Men samvbært landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, er støðan ikki heilt so ring.  

 

Hon sigur nevniliga frá Taks, at útlendskar stroymingartænastur rinda 9-10 milliónir í landskassan um árið í mvg.

 

Og upphæddin er spakuliga veksandi sigur Taks, og sostatt kemur ein stórur partur av meirvirðisgjaldinum, sum føroyingar rinda fyri útlendskar stroymingartænastur, spøl, forrit og annað í føroyska landskassan.

 

Taks kannar í løtuni, hvussu tey kunnu fáa fleiri tænastuveitarar av hesum slagi, at lata seg MVG skráseta í Føroyum.

 

Ruth Vang sigur at tað ber til at gera eina leysliga meting av, hvussu nógvar pengar føroyingar brúka upp á útlendskar stroymingartænastur, spøl, forrit, og annað.

 

– Siga vit, at 35.0000 føroyingar, í aldrinum frá 16 til 66 ár, brúka 2.000 krónur um árið í miðal til tílíkar tænastur, er talan um 70 milliónir krónur, við mvg.

 

Mvg av tí er 14 milliónir krónur, og longu sum er, koma altso 9 - 10 milliónir í landskassan, sigur Ruth Vang.