Eru aftur farin at ala minkar í Danmark

Fýra ár eftir at allir minkar í Danmark vórðu avlívaðir eru 43.000 minkar aftur á seks gørðum

Fýra ár eftir hópdráp av milliónum av minkum er aftur lív í minkabúrum í Norður- og Vesturjútlandi. (Arkivmynd). - Mynd: Henning Bagger/Ritzau Scanpix

Minkavinnan fer at vaksa, men kemur ikki upp á støðið áðrenn koronakreppuna, metir ein leiðandi ráðgevi.

Fýra ár eftir at allir minkar í Damark vórðu dripnir undir koronakreppuni, er vinnan so smátt komin uppaftur.

Sambært DR News eru 15 minkaflokkar býttir út á seks minkabrúk í Vesturjútlandi og Norðurjútlandi við tilsamans 43.000 minkum.

Forkvinnan í danska minkafelagnum Louise Simonsen upplýsir, at tað eru 25 fólk, sum eru til reiðar at gerast minkabøndur, tá høvi býðst.

- Tað slepst ikki undan, at minkavinnan fer at vaksa størri og betri komandi árini. Bæði sum pelsprísirnir longu hækka og lutfalsliga lítið útboð er av pelsi, sigur Louise Simonsen við DR.

Í november 2020 fingu fleiri enn 1.000 minkabøndur boð frá Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, um at avlíva øll djór síni.

Hetta komst av stúran fyri, at koronasmitta hjá minki kundi elva til nýggjar mutatiónir av korona, sum kunnu hótta virksemið av koppsetingum móti Covid-19.

Eitt fyribils forboð móti minkaaling varð sett í gildi, sum varð avtikið 1. januar 2023.

Minkabøndur fingu tryggjað milliardir í endurgjaldi fyri at vinnan varð stongd. Nógv av málunum eru enn undir viðgerð og eru enn í viðgerð.

Henning Otte Hansen, ráðgevi, frá Matvøru- og tilfeingisbúskapardeildini á Københavns Universitet væntar, at minkavinnan fer at vaksa aftur.

Men tað verður ikki nakað sum tíðin undan korona við upp til 17 milliónum minkum, metir hann.

Sambært leiðandi ráðgevanum er størsta avbjóðingin, at virðisketan við fóðurveiting, ráðgeving og sølu umvegis Copenhagen Fur ikki er til longur.

 

/Ritzau/

 

Fýra ár eftir hópdráp av milliónum av minkum er aftur lív í minkabúrum í Norður- og Vesturjútlandi. (Arkivmynd). - Mynd: Henning Bagger/Ritzau Scanpix