Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Vali fyrireika seg til eitt spennandi kappingarár, bæði í heimligu íslendsku hondbóltskappingini, og í Evropa.
Valur, ið vann European Cup farna kappingarár má spæla tveir undankappingardystir fyri at røkka bólkaspælinum í EHF European League.
Valur sum er eitt styrkismett lið skal spæla móti kroatiska liðnum, Bjelin Spacva Vinkovci.
Dysturin í Reykjavík verður spældur 31. august ella 1. september. Returdysturin verður leiktur 7. ella 8. september.
Elias Ellefsen og liðfelagarnir í THW Kiel, Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof, og Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Flensburg Handewitt fara at kappast í bólkaspælinum í EHF European League, og tí hevði tað verið ordiliga stuttligt um Allan og Bjarni saman við liðfeløgunum í Vali eisini kappaðust í bólkaspælinum í EHF European League komandi kappingarár.