Eyðun Klakstein: Eitt nýtt tíðarskeið við nýggjum spælarum

U21: Bara 9 av 25 úttiknu spælarunum hava spæla U21-landsdystir fyrr

Nýggi U21-landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein, og hjálparvenjarin, Atli Gregersen, hava úttikið 25 spælarar til eina venjingarlegu, sum verður 24. til 26. mars. Hetta er ein fyrireiking til EM undankappingina.

 

Føroyar eru í bólki saman Portugal, Kroatia, Grikkaland, Hvítarussland, Andorra. Talan er um ein nýggjan árgang og bara 9 av teimum 25, sum eru úttiknir, hava spælt á U21-landsliðnum fyrr.

 

- Hetta er eitt nýtt tíðarskeið við nýggjum venjara og nýggjum spælarum. Her er eisini vert at nevna, at vit hava fýra spælarar, sum ikki verða við til venjingarleguna, ið annars hava spælt á U21-landsliðnum, sigur Eyðun Klakstein.

 

Her er talan um Samuel J. Chukwudi, Heina Sørensen, Jørgen Nielsen og Noah Hans Mneney. Tríggir teir fyrstnevndu eru skaddir, og Noah Hans Mneney er úttikin til A-landsliðið.

 

- Hendan venjingarlegan er ein møguleiki hjá okkum, at koma at kennast bæði menniskjaliga og ítróttarliga, segði Eyðun Klakstein á tíðindafundinum.

 

Hópurin:

 

Ari Petersen, 07 Vestur

 

Jóannes Davidsen, EB/Streymur

 

Rasmus Nilsson, Hvidovre IF

 

Eiler Fróðason, 07 Vestur

 

Áki Johannesen, B68

 

Mikkjal Hellisá, EB/Streymur

 

Bergur Poulsen, EB/Streymur

 

Elias Rousborg, Hvidovre IF

 

Børge Petersen, KÍ

 

Símun Kalsø, KÍ

 

Matin Agnarsson, Viborg FFSignar á Brúnni, Víkingur

 

Poul Kallsberg, Víkingur

 

Emil W. Joensen, B36

 

Jónas Warner, B68

 

Jóhann Højbro, ÍF

 

Jákup Vilhelmsen, KÍ

 

Beinir Nolsøe, NSÍ

 

Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF

 

Jens Erik Bruhn, TB

 

Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur

 

Gutti Dahl-Olsen, EB/Streymur

 

Áki Samuelsen, HB

 

Silas Gaard, KÍ

 

Olaf Bárðarson, Víkingur