Eysturríki vann aftur á Ukraina í okkara bólki

Ukraina var leingi á odda móti Eysturríki, ið fótaði sær seinastu løtuna av dystinum

Alt er opið í stríðnum um triðja plássið í okkara bólki, bólki 4 í EM-undankappingini fyri manslandslið í hondbólti.

 

Føroyar taptu fyrr í dag 17-25 (10-14) fyri Rumenia á útivølli.

 

Í kvøld vann Eysturríki á heimavølli 31-28 á Ukraina.

 

Ukraina var annars omaná stóran part av dystinum. Í steðginum var Ukraina á odda 14-11, og eitt skiftið í seinna hálvleiki var Ukraina á odda 22-17. Men so tók Eysturríki seg um reiggj, og legði seg á odda 23-22. Seinastu løtuna vóru eysturríkarar omaná og vunnu at enda 31-28.

 

Eysturríki er greitt oddalið við átta stigum. Rumenia er nummar tvey við fýra stigum. Ukraina og Føroyar hava tvey stig hvør.

 

Alt avgerandi dysturin millum Føroyar og Ukraina verður leiktur í høllini á Hálsi 26. apríl.