Í tíðindaskrivi sigur Fakfelagssamstarvið, at hetta er fyrsta almenna orðaskifti um hækkanina av pensjónsaldrinum.
»Skulu vit arbeiða, til vit eru 70 ár? Ella skal pensjónsaldurin vera, sum hann er?«, er evnið á fundinum
Tað verður týskvøldið 8. apríl kl.19.00-20.30, at Fakfelagssamstarvið skipar fyri almennum politiskum pallborðsfundi um uppskotið um at hækka pensjónsaldurin upp í 70 ár.
Tey, ið luttaka eru hesi:
Framsókn: Ruth Vang
Javnaðarflokkurin: Aksel Johannsen
Tjóðveldi: Eirikur í Jákupsstovu
Sambandsflokkurin: Bárður á Steig Nielsen
Miðflokkurin: Jenis av Rana
Fólkaflokkurin: Beinir Johannesen
Fyrireikararnir siga, at tiltakið er ókeypis, og at øll eru hjartaliga vælkomin.
– Møtið fjølment, heildar Fakfelagssamstarvið.