Fara at viðgera eitt uppskot um tjóðartrygdarpolitikk

Á næsta tingfundi fer Løgtingið undir fyrstu viðgerð av uppskotið til samtyktar frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um tjóðartrygdarpolitikk.

Sambært uppskotinum tekur Løgtingið undir við, at landsstýrið, fyri at samstarva um frið, fólkaræði, mannarættindivog støðufesti í heiminum og at fremja tryggleika Føroya fólks og fólkaræði tess, tryggja landa- og sjóumveldi og verja ta vælferð, undirstøðukervi og tær samfelagsskipanir, sum hava týdning fyri Føroya fólk, virkar eftir hesum aðalmálum:

1) Føroyar virka fyri, at friður, fólkaræði, mannarættindi og støðufesti valda.

2) Øll millumtjóða trygdar- og verjupolitisk átøk, ið Føroyar taka undir við, virka fyribella taka lut í, skulu vera í samsvari við altjóða lóg og byggja á millumtjóðaavtalur og

samstørv.

3) Føroyar skulu taka egna ábyrgd í trygdar- og verjupolitikki. Allar ætlanir og avgerðir um tað, ið fer fram í føroyskum sjógvi, landi og í loftrúmi, skulu viðgerast av føroyskum myndugleikum, sum fólkaræðisliga standa til svars mótvegis Løgtinginum og Føroya fólki.

4) Átøk verða sett í verk, sum styrkja sivilar trygdar- og tilbúgvingarstovnar, og sum byrgja fyri netálopum, fremja nettrygd og verja undirstøðukervi, sum er týðandi fyri, at samfelagið virkar.

5) Við støði í hesum fara føroyskir myndugleikar undir skipað samskifti við ríkismyndugleikarnar, grannalondini og við Norðuratlantssáttmálafelagsskapin (NATO) fyri at eyðmerkja viðkomandi samstarvsmøguleikar, ið kunnu fremja trygd og verju, herímillum hvussu Føroyar kunnu vera við til at røkja trygdaráhugamál á norðurleiðum.

6) Endamálið er at gerast partur av øllum trygdar- og verjupolitiskum tilgongdum og avgerðum, sum í sínámillum viðurskiftum við onnur lond og í millumtjóða høpi eru viðkomandi fyri Føroyar, og tað øki, Føroyar eru partur av.

7) Samstarv um trygdarpolitisk mál og føroysk luttøka í verju- og hernaðarpolitiskum samstørvum skal fara fram á sivilum grundarlagi og skal røkja føroysk

trygdaráhugamál og trygdaráhugamál hjá Útnorðurlondunum, Norðurlondum, grannalondum og øðrum sameindum londum í NATO.

8) Føroyar og sjóumveldi Føroya eru kjarnorkuvápnafrítt øki, og Føroyar taka undir við avvápnan og ikkispjaðing av hópoyðingarvápnum, eisini kjarnorkuvápnum, sambært

altjóða lóg.

9) Lofteftirlit, haveftirlit og útinnan av ræðisrættindunum við Føroyar verða framd í samstarvi millum føroyskar myndugleikar og viðkomandi samstarvspartar.

10) Til tess at samfelagið kann standa ímóti samansettum hóttanum, skal tjóðartilbúgvingin leggja upp fyri hóttanum móti almennari trygd, nettrygd, veitingartrygd, matvøruveitingartrygd, fólkaheilsu, umhvørvi, náttúru, ognum og virðum.