Fekk bót tí baklyktirnar ikki vóru tendraðar

- Tað er ikki altíð, at sjálvvirkandi lyktirnar á bilinum tendra av sær sjálvum, tá umstøðurnar krevja tað, sigur løgreglan.

Í morgun heitti vaktleiðaran á bilførarar, sum koyra við billyktum, sum skulu vera sjálvvirkandi, um at ansa eftir, at lyktirnar eru tendraðar.

 

Nú mjørki hevur ligið, ber ikki til at koyra við sløktum lyktum - heldur ikki, tá tú eitt nú koyrir gjøgnum tunlarnar, tó at ljós er í tunlunum.

 

Í gjár steðgaði løgreglan einum bili, sum koyrdi við sløktum baklyktum. Bilførarin fekk bót, tí lyktirnar vóru ikki tendraðar, og tað var kolasvart í mjørka.

 

Vaktleiðarin segði í morgun, at tá umstøðurnar krevja tað, eitt nú í mjørka og í tunlunum, skulu lyktirnar vera tendraðar.

 

Tað er ikki altíð, at sjálvvirkandi lyktirnar tendra av sær sjálvum, tá umstøðurnar krevja tað.

 

- Tí kann tað vera skilagott at sláa sjálvvirkandi skipanina við ljósinum frá, legði vaktleiðarin aftrat í morgun.