Final Four: Fýra hondbóltsserfrøðingar trúgva ikki upp á THW Kiel

Chris O Reilly, Victor Tomas, Björn Pazen og Kevin Domas hava ongar vónir til liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu

Komandi vikuskiftið verður Final Four í Champions League avgreitt í Lanxess høllini í Köln.

 

Leygardagin klokkan 14 spæla týsku og donsku meistararnir, Magdeburg og Aalborg hálvfinalu, og klokkan 17 spæla Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel hálvfinalu móti Barcelona.

 

Finalan verður leikt sunnudagin klokkan 17.

 

Fýra hondbóltsserfrøðingar, Chris O Reilly, Victor Tomas, Björn Pazen og Kevin Domas hava ongar vónir til liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel.

 

Teir tippa allir fýra, at Kiel tapir hálvfinaluna fyri Barcelona, og tríggir av teimum fýra vænta eisini, at Kiel tapir bronsudystin.

 

HER sæst hvat Chris O Reilly, Victor Tomas, Björn Pazen og Kevin Domas meta í Final Four:

 

##med2##