Russland skal gevast við at senda asylsøkjarar ímóti markinum til Finnlands, sum ákærir grannalandið fyri at gera tað, sum svarar til eitt »hybridálop«.
Soleiðis segði finski forsætisráðharrin, Petteri Orpo, í gjár á tíðindafundi.l
– Vit vilja geva Russlandi greið bpð: Hetta skal halda uppat, segði hann.
– Í løtuni er tað ikki ein spurningur um asylsøkjarar. Tað er ein spurningur um eitt hybridálop á trygdina hjá tjóðini.
innland hevur latið øll marknalið til Russlands aftur uttan eitt, eftir at tað seinastu vikurnar eru komnir yvir 800 migrantar úr Afghanistan, Kenja, Marokko, Pakistan, Somalia, Sýria og Yemen.
Sambært finsku markjavaktini komu fyrr bara í miðal ein migrantur um dagin.
Finnland ákærir Russland fyri at hava sent asylsøkjarar móti markinum sum hevnd fyri, at landið fyrr í ár gjørdist limur í verjusamgonguni Nato.
Markið millum Finnland og Russland er tilsamans 1340 kilometrar lil longdar.
Bara marknaliðið Raja-Jooseppi í Laplandi er opið. Men sambært Mari Rantanen, innanríkisráðharra, er tað ikki ósannlíkt, at tað eisini verður stongt.
– Um neyðugt er tað møguligt at steingja alt markið eystureftir, verður sagt.
Umboðsmaðurin í Finnlandi hevur víst sína stúran fyri, at markið de facto er stongt tí at Raja-Jooseppi er so fjarskotið, at tað ikki gevur rætt til asýl.
Finska marknavarðhaldi væntar at fáa hjálp frá ES-marknastovninum, Frontex, til at hava varðhald á markinum.
/ritzau/Reuters