FIXA eitur nú EKSO 

Plátu- og lakkeringsverkstaðurin EKSO á Hjalla bjóðar seg nú fram sum óheftur verkstaður, ið ger umvælingar av øllum bilmerkjum.

 

Niels Jacob Heinesen, verkstaðsleiðari og Tummas Pauli av Reyni, stjóri í EKSO.

EKSO er ein samanrenning av plátu- og lakkeringsfyritøkunum, FIXA og Prolakk, og er nýggja navnið á óhefta plátu- og lakkeringsverkstaðnum á Hjalla 34.

 

Navnið EKSO stavar frá grikska atskoytinum exo, ið merkir uttaná – sum til dømis í enska orðinum exoskeleton (har ið beinagrindin situr uttaná – so sum hjá krabba og rækju).

 

Hetta er júst tað, sum dugnaligu starvsfólkini í EKSO arbeiða við hvønn dag – nevniliga at umvæla akfør, sum hava fingið skaða uttaná.

 

Endamálið við samanleggingini er at skapa teir bestu karmarnar, so bileigarar í Føroyum kunnu fáa síni akfør umvæld av einum óheftum plátu- og lakkverkstaði. Verkstaðurin er mentur við tí fyri eyga at tryggja starvsfólkunum bestu arbeiðsumstøður – og harvið kundunum tey bestu avrikini.

 

Bæði bygningur, amboð og mannagongdir eru ment við hesum í huga.

Plátu- og lakkverkstaðurin ger umvælingar av øllum bilmerkjum, bæði persónbilum og vørubilum. Eisini hevur EKSO útgjørt seg til skaðaumvæling av el-bilum. 

Nýggi bygningurin er næstan 1000 fermetrar, og 12 mans arbeiða dagliga hjá EKSO.

 

Dagligur stjóri er Tummas Pauli av Reyni, sum hevur stjórnað plátu- og lakkverkstaðnum hjá Reyni Service í mong ár. Niels Jacob Heinesen er verkstaðsleiðari og er eitt nú kendur frá Auto Service, har hann hevur starvast í mong ár.

 

##med2##

 

Í sambandi við samleikaskiftið til EKSO hevur felagið ment nýggju heimasíðuna ekso.fo, har ið argir bileigarar lætt og ómakaleyst kunnu boða frá skaða og bíleggja tíð til sýn og umvæling.

 

Seinni í ár fær EKSO eina spildurnýggja lakkeringskabinu úr Italia, sum lýkur øll altjóða krøv til umhvørvisvernd, og tá fer bygningurin eisini at standa heilt liðugur.

 

EKSO leggur seg eftir at fylgja øllum krøvum, sum altjóða bilverkstaðir seta til slík plátu- og lakkverkstøð og fer EKSO at tæna føroyskum bileigarum við eini skjótari og professionellari tænastu, tá ið bilurin hevur fingið skaða og skal umvælast. 

 

- Øll eru vælkomin at seta seg í samband við okkum. Vit sýna skaðan og geva fegin eitt óbindandi tilboð, sigur Tummas Pauli av Reyni, stjóri í EKSO, ið heldur til á Hjalla 34 í Hoyvík. 

 

– Vælkomin í EKSO!

 

##med3##

 

##med4##


 

 

Niels Jacob Heinesen, verkstaðsleiðari og Tummas Pauli av Reyni, stjóri í EKSO.