Fleiri klipp og treytað frádøming fyri ferð

Løgreglan gjørdi í gjár ferðmátingar í Eysturoy

Í Saltangará vóru tríggir bilførarar skrivaðir upp í bókina hjá løgregluni fyri at koyra ov skjótt. Hetta var í einum øki, har ferðin var niðursett til 30 km um tíman. Tveir bilførarar, sum koyra ávikavist 52 og 53 km um tíman fingu klipp í koyrikortið, og ein sum koyrdi 59 km um tíman fekk eina treytaða frádøming av koyrikortinum. Tað merkir, at viðkomandi skal til nýggja koyriroynd, annars missir hann koyrikortið.

Tað soleiðis, at tá ferðin er niðursett, í hesum føri til 30 km um tíman í mun til 50, sum er tað vanliga í bygdum øki, so eru treytirnar eitt sindur harðari.

 

Soleiðis eru reglarnar fyri klipp, treytaðari frádøming og treytaleysari frádøming av koyrikortinum:

 

##med2##

Løgreglan gjørdi eisini ferðmátingar á nýggja Fjøruvegnum úr Runavík, sum er í bygdum øki, og har hámarksferðin tí er 50 km um tíman. Har vóru tríggir bilførarar skrivaðir. Tveir fingu klipp fyri at koyra 75 km um tíman, meðan ein fær treytaða frádøming av koyrikortinum fyri at koyra 91 km um tíman.